Mentan

Aftur ljós í gomlu læknahúsunum - nú verður tað ræðsluhús

Klaksvíkar sjónleikarafelag bjóðar tær í eini hús har tín djúpasta ræðsla verður til veruleika

(Mynd: Klaksvíkar sjónleikarafelag)

(Mynd: Klaksvíkar sjónleikarafelag)

2019-10-07 19:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um tú er ein av teimum, ið reikar runt um kvøldarnar í Klaksvík, so hevur tú møguliga undrað teg á, at ljós aftur er í gomlu læknahúsunum. Hesi ikonisku gulu húsini vóru bygd í 1928, og vóru tá nýtt til bústað og læknahús, men hava staðið tóm líka síðan einaferð í hálvfemsinum.

Klaksvíkar sjónleikarafelag boðar nú frá, at tey seinni í hesum mánaðinum bjóða føroyingum í “Ræðsluhúsið”. Eitt stað, har tín ringasta marra verður til veruleika.

- Læknahúsið verður tí seinni í mánaðinum staðið, har víðskygni og forvitni áskoðarin fer at hava møguleika at vitja “Ræðsluhúsið”. Eitt hús har djúpasta ræðsla tín, ringasta marra tín og væl goymdi ótti tín gerast til veruliga veruleika tín, sigur Klaksvíkar sjónleikarafelag.

Ræðsluhúsið letur dyrnar upp 21. oktober og stongir aftur 3. november.

Klaksvíkar sjónleikarafelag er eftir hondini kent fyri at gera innrás í tómar bygningar kring býin.

- Fyrr í ár var tað loftið á Spinnarínum, ið aftur varð lívgað upp av sjónleikarum, pallsniðgevum, teknikkarum og ikki minst av stóru mannafjøldini, sum við víðskygni og forvitnisligum eygum, fylgdu við inn í ævintýrakenda heimin hjá Kraddaranum, Fívilinum og øllum hinum gandakendu verunum. At skapa lív í bygningar, har alt leingi hevur ligið deytt, er vorðið ein fortreyt hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag, um felagnum sjálvum skal vera lív lagað, sigur felagið.

Atgongumerki verða sett til sølu seinni í hesum mánaðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder