
Eini tvey prosent av Føroya fólki eru positiv við koronu í løtuni. Tað er veruleikin, nú nýggjastu tølini frá myndugleikunum eru komin út fyri løtu síðani.
247 tilburðir vórðu staðfestir í 3801 kanningum, sum eru gjørdar seinasta samdøgrið. Hetta er tað mesta, sum er staðfest, men vit skulu bara aftur til 30. desember tá vit eisini settu met við 241 nýggjum tilburðum upp á ein dag.
95 fólk eru staðfest frísk aftur seinasta samdøgrið, og tískil eru tað nú 1106 aktivir tilburðir - positiv fólk í løtuni.
Hóast ógvusligu tølini úti í samfelagnum, eru tað fimm innløgd við koronu í Sjúkrahúsverkinum. Ein persónur afturat er deyður við koronu. Sostatt koma vit upp á 15 fólk, sum eru deyð við koronu í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald