Kríggið millum Russland og Ukraina herjar enn. Russland gjørdi innrás í Ukraina fyri beint yvir tveimum árum síðani og hevur staðið fyri oyðing og drápum í hópatali.
Ukrainar hava roynt at vart seg og eisini svarað aftur í løtum. Seinastu dagarnar eru dronur nýttar til at raka russisk øki.
Týsnáttina vóru tað Orjol og Nizjnij Novgorod og orkuverkini har, tað rakti. Talan var um stórt luftálop, og hesi órógvaðu millum annað streymveitingina og høvdu ymiskar materiellar skaðar við sær.
Aftur í nátt vóru ukrainskar krígsdronur í ymiskum russiskum økjum. Eina løtu vóru umleið 45.000 russarar eisini uttan streym, og trý oljureinsingarstøð vórðu eisini rakt. Samanlagt 58 ukrainskar dronur vórðu skotnar í nátt, sambært russiska herinum.
Summar keldur - á báðum síðum - vilja eisini verða við, at fleiri uppreistrarfólk hava roynt at farið um markið til Russlands. Talan er um tríggjar uppreistrarbólkar við russum, sum ynskaj at stríðast fyri Ukraina.
Í hesari hendingini skuldu 234 fólk hava latið lív, og sambært Kyiv Independent eru fýra deyð og nógv sáraði eftir russiskt álop í Kryvyj Rih.
Kríggið hevur framvegis nógvar fylgir við sær. Vladimir Putin vísir nú á, at dronuálopini hjá Ukraina eru fyri at órógva forsetavalið í Russlandi, sum verður um vikuskifti. Viðmerkjarar meta eisini, at álopið skaðar umdømið hjá Putin meira.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald