
Miðlarnir vóru helst heldur skjótir at gera niðurstøður í gjár, tá corona.fo legði stabbarnar út fyri, hvar í landinum fólk vórðu testað positiv seinastu dagarnar.
Eftir fleiri dagar við millum 61 og 31 tilburðum í norðoyggjum fór talið sunnudagin niður á fimm. Samstundis vóru 42 tilburðir staðfestir í miðstaðarøkinum.
Tað fekk fleiri miðlar, millum annað Portalin (Korona flutt seg til miðstaðarøkið), at staðfesta at korona hevði breitt seg úr norðoyggjum og til miðstaðarøkið.
Men longu í dag, er søgan ein onnur. Tí í tølinum fyri í gjár stendur at lesa, at 39 tilburðir vóru staðfestir í norðoyggjum og 12 í suðurstreymoy.
Fleiri hagtøl síggjast á corona.fo her
(Trýst á myndina fyri at síggja størri útgávu)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald