Mentan

Summar í Havn aftur í morgin

4. juli varð fyrsta tiltakið, og í morgin ber aftur til at ganga á línu, spæla flogbólt og at gera Ginn Joga á Sandagerði

Mynd: Tórshavnar kommuna/FaroePhoto

Mynd: Tórshavnar kommuna/FaroePhoto

2020-07-18 13:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá Tórshavnar kommuna sóknaðist eftir hugskotum til, hvat kommunan kundi bjóða borgarunum í summar, komu eini 200 uppskot inn, og stívliga helvtin vóru uppskot til, hvat kundi gerast í Sandagerði.

Stig varð tí tikið til tiltakið "Summar í Havn" á Sandagerði. Fyrsta tiltakið var 4. juli, og í morgin, sunnudagin 19. juli, verður tiltakið aftur millum klokkan 14 og 18.

Skráin er hin sama sum seinast:

• Gakk á línu – Megnar tú at ganga yvir um ánna uttan at detta niður í vatnið?
• Flogbóltur á sandinum – Finnið saman tvey og tvey og dystist á sandinum!
• Ginn Joga - Gløsini verða fylt og mátturnar rullaðar út í Sandagerði.
• Stand Up Paddle - Leiga SUP bretti í Sandagerði og stuttleika tær á sjónum.

Umframt alt hetta ber til at dyppa í sjónum, stuttleika sær við spølum ella bara at njóta løtuna undir litríku sólskjólunum á sandinum afturvið góðum tónum úr hátalarunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder