Mentan

Aftur til Liverpool á árligu Beatles vikuna

Árligi Beatles túrurin er ein møgulieki at uppliva serliga Beatles stemningin í Liverpool

Á Beatles Museum

Á Beatles Museum

2019-01-26 19:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyingar sum hava áhuga fyri Beatles hava nú ein góðan møguleika at uppliva serliga Beatles stemningin sum er í Liverpool, tá árliga Beatles vikan er.

Tað er 62n. og manningin handan StaðiðFM, nærvarpið í Vestmanna, Páll Hellu og Pauli Magnussen, sum fara at skipa fyri túrinum.

- Tað er ein vika sum er hvørt ár seinast í august, har bara Beatles-tónleikur og fyrilestrar og Beatles Convention (marked) og mangt annað er at fara til, greiðir Pauli Magnussen frá.

Páll Hellu gjørdi ein túr í fjør saman við einum ferðalagi úr Vestmanna, og vestmenningarnir vóru sera væl nøgdir við túrin.

Bæði Páll Hellu og Pauli Magnussen hava leingi havt stóran áhuga fyri Beatles. Páll hevur verið í Liverpool saman við Per Vium, sum er danskur Beatels-serfrøðingur, og hevur verið í Føroyum feiri ferðir.

Pauli Magnussen hevur eisini verið í Liverpool saman við Suna Merkistein fyri Útvarp Føroya. Teir báðir gjørdu tá 11 sendingar um The Beatles.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder