Innanlands

Aftur trupulleikar við streyminum í Klaksvík

SEV boðaði fyri døgurða frá, at streymurin var farin í Klaksvík og í bygdunum norðanfyri. Nú er aftur streymur í Klaksvík - Syðradalur á Streymoynni er uttan streym í løtuni, skrivar SEV á heimasíðuni

Mynd: Pól Sundskarð

Mynd: Pól Sundskarð

2022-01-04 12:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið var streymurin vekk í Klaksvík í beint undir hálvan tíma, og seint fyrrapartin var aftur galið.

SEV skrivaði á heimasíðu sínari, at streymurin var farin í Klaksvík og í bygdunum norðanfyri.

Løtu seinni varð boðað frá, at streymurin var aftur í Klaksvík - sambært Norðlýsinum var hann bert burtur í áleið fimm minuttir - og eisini í øllum bygdunum norðanfyri. 

Streymslit hevur eisini verið í Norðurstreymoy í dag, og Syðradalur á Streymoynni er framvegis uttan streym. Tað er einsta staðið, har streymur ikki er í løtuni.

Neyðstreymsanlegg er á veg til Syðradals, boðar SEV frá.

Sí veðrið her

Dagført: 13.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder