Innanlands

Aftur trupulleiki við gróti í Vágatunlinum

Seinnapartin í gjár fingu bilførarar í undirsjóvartunnlinum trupulleikar av gróti, ið datt niður undan loftinum

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-11-21 09:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

8. oktober varð Vágatunnilin stongdur eina løtu, tí grót datt niður undan loftinum og tarnaði ferðsluni.

Les eisini: Grót dottið undan loftinum í Vágatunlinum

Seinnapartin í gjár var aftur galið. Hesaferð varð tunnilin ikki stongdir - bilførar fóru sjálvir í gongd at rudda breytuna, tá teir varnaðust, at grót var á henni.

Eingin mannskaði var, men nakrir bilar, ið koyrdu á grótið fingu skaða. Millum annað fekk tann eini bilurin tvey punkterað hjól.

Løgreglan fekk fráboðanina, og vísti víðari til tunnilsfelagið sum skal hyggja uppá málið.

Les eisini: Jarðfrøðin livir: Tí dettur grót undan loftinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder