
Í gjár varð kunngjørt, at tveir koronutilburðir vórðu staðfestir í kanningunum týsdagin, og í dag hevur Heilsumálaráðið kunngjørt, tveir nýggjar smittutilburðir. Tað var í 1198 kanningum
Annar persónurin er útlendingur og fekk staðfest smittuna við kanning á flogvøllinum. Hin persónurin býr í Føroyum, og í løtuni er óvist, hvussu viðkomandi er blivin smittaður. Báðir persónar eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
22 persónar eru smittaðir í løtuni, og nú eru yvir 180.000 koronakanningar gjørdar
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald