Á forsetavalinum í Turklandi 14. mai eydnaðist tað ikki nøkrum valevni at fáa yvir 50 prosent av atkvøðunum, og tí verður enn eitt valumfar í dag. 64 milliónir turkar hava valrætt.
Tey bæði valevnini, sum eru á atkvøðuseðlunum eru sitandi forsetin, Recep Tayyip Erdogan, og andstøðuleiðarin, Kemal Kilicdaroglu.
Á velinum fyri tveimum vikum síðani var eitt triðja valevni, Sinan Ogan, sum fekk fimm prosent av atkvøðunum. Síðani hevur hann boðað frá, at hann stuðlar Erdogan, og heitir hann á veljarar sínar um at gera tað sama, skrivar DR.
Í fyrsta valumfarinum fekk Erdogan 49,52 prosent av atkvøðunum, meðan Kemal Kilicdaroglu fekk 44,88 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald