- 8. juli fingu vit lívstekin, men vit kunnu ikki siga hvat tað inniber.
Soleiðis segði advokaturin hjá Hagen familjuni, Svein Holden, á einum tíðindafundi í Oslo í dag.
Hann kundi greiða frá, at ’mótparturin’ tók upp samband við familjuna 8. juli og segði, at Anne-Elisabeth Hagen var á lívið. Sambandið var tikið beinleiðis við familjuna, og samskiftið var á norskum, skrivar nrk.no.
- Boðini eru greið. Anna Elisabeth Hagen er á lívi, men vit hava ikki fingið nakað prógv umhetta, sigur Svein Holden.
Síðan 8. juli hevur familjan samskift við mótpartin, leggur hann afturat.
Hann vil ikki upplýsa um samskiftið hevur verið eivegis ella tvívegis, ella nær tað seinast var samband millum partarnar.
Men Holden sigur, at samskiftið hevur givið teimum vónir um at síggja Anne-Elisabeth Hagen aftur á lívi.
Svein Holden, advokatur hjá Hagen-familjuni (Mynd: EPA)
Norska blaðið VG skrivaði í farnu viku, at samband varð tikið upp við familjuna í farna mánaði, og at fleiri keldur skulu hava váttað, at norski ríkmaðurin Tom Hagen hevur rindað yvir tíggju milliónir krónur fyri at fáa prógv um, at kona hansara er á lívi.
Hóast hetta skal familjan ikki hava fingið nakað veruligt prógv fyri hesum. Sambært blaðnum er tað ikki eydnast løgregluni at finna fram til, hvagar pengarnir eru fluttir.
Svein Holden vildi á tíðindafundinum í dag ikki siga nakað um tað, sum VG hevur skrivað.
Tað eru nú níggju mánaðir og seks dagar síðan 68 ára gamla Anne-Elisabet Hagen hvarv frá heimi sínum í Akershus 31. oktober í fjør. Sama dag varð eitt bræv funnið við kravi um loysigjald.
Síðani tá hevur løgreglan arbeitt við at kanna hvat er hent vil milliarderfrúnni.
Síðst í juni boðaði løgreglan so frá, at tey ikki longur roknaðu við, at talan var um eina burturflyting við ætlan um at fáa loysipengar, men, at talan var um eitt dráp, sum var fjalt sum var tað ein burturflyting.
Sakførarin frá familjuni boðaði tá beinanvegin frá, at Holden-familjan ikki var samd í hesi niðurstøðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald