Innanlands

Afturkalla bollar og trý sløg av bønum

Møl er staðfest í AMO koldhævede softkerneboller, og smá hol í dósunum við bønum kunnu hava við sær, at bønirnar fara at gera. Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir borgarum til, at lata vørurar aftur haðani tær er keyptar ella at beina tær burtur

2022-10-19 08:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heilsufrøðiliga starvstovan hevur nú ávarað um ymisk sløg av vørum, ið eru seldar í føroyskum handlum, sum kunnu vera heilsuskaðiligar.

Talan er um AMO koldhævede softkerneboller go

Bollarnir hava eitt nettoinnihald á 900 g, eru best fyri 24.05.2023 og hava EAN-strikukota 5 701029 023265.

Virkið Lantmännen Cerealia afturkallar, tí framleiðarin hevur staðfest, at møl kann vera í vøruni. Hetta kann hava við sær, at mjølblandingin er óegnað sum matur.

[object Object]
Tey trý sløgini, ið eru kallaði aftur

Rema Distribution A/S afturkallar fleiri partí av dósum við "kidney bønner i lage" og "kidney bønner i chilisauce" og eisini "hvide bønner i tomatsauce". 

Smáar gatanir (hol) í dósunum gera, at tað er vandi fyri mikrobiologiskari dálkan av innihaldinum í dósunum og at tær harvið kunnu fara at gera, skrivar hsf.fo, har til ber at síggja júst hvørjar dósir talan er um. Hesar vørurnar kunnu eisini dálkast við bakterium og fáa ein avvíkjandi lukt.

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir borgarum til. at lata nevndur vørurnar aftur haðani tær er keyptar ella at beina tær burtur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder