Innanlands

Afturkalla egg orsakað av salmonella

Danæg afturkallar fleiri sløg av eggum, eftir at salmonella er funnið hjá einum framleiðara

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-11-01 15:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

DANÆG A/S afturkallar nú egg frá Danæg pakkarínum aut.nr. DK7003, av tí at salmonella er funnið hjá einum framleiðara.

Framleiðarin hevur fleiri garðar, sum hava ymiskan framleiðsluform, tískil fevnir afturkallingin um fleiri sløg av eggum. Talan er bara um egg, sum eru stemplaði við tølunum 081131 aftaná DK á eggunum, sum eru afturkallaði, skrivar Helsufrøðiliga Starvsstovan.

Ein verður ikki sjúkur av salmonella, um matvøran er ordiliga gjøgnumhitað, og ein hevur góðar køksvanar.

Sjúkueyðkenni eru leyst lív, búkpína, febur, ilt í høvdinum og møguliga kvalmi og spýggja. Ein kann vera sjúkur í nakrar fáar dagar og upp til fleiri vikur. Um sjúkan gerst álvarsom ella er leingi, kann ein venda sær til egnan lækna ella læknavaktina.

Heitt verður á fólk, sum hava keypt hesi eggini, um at lata tey innaftur, har tey eru keypt ella beina tey burtur. Eggini, sum eru seld í føroyskum handlum, eru:

Frilandsæg: stemplað við 1DK081131
Best fyri: Fram til 16.11.2021

Skrabeæg: Stemplað við 2DK081131
Best fyri: Fram til 16.11.2021

Buræg: Stemplað við 3DK081131
Best fyri: Fram til 16.11.2021

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder