Innanlands

Afturkalla fleiri hýggjskotnar vørur

Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar frá, at fullkornsburgarabollar og hotdogbreyð frá Coop, og Pågen vanillas er afturkallað, tí vandi er fyri, at vørurnar verða hýggjskotnar áðrenn tær fara av dato

2021-12-19 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir

Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar frá, at fleiri breyðvørur, sum eru seldar í Føroyum, verða afturkallaðar.

Mette Munk A/S afturkallar fullkornsburgarabollar og hotdogbreyð frá Coop, og Pågen Danmark afturkallar Pågen vanillas.

Orsøkin er, at vandi er fyri, at vørurnar verða hýggjskotnar, áðrenn tær eru farnar av dato. At vøran er hýggjskotin ger hana óegnaða til matna.

Heitt verður á fólk, sum hava keypt hesa vøru, um at lata hana innaftur, har hon er keypt, ella at beina hana burtur.

Talan er um hesar vørur:

COOP FULDKORNSBURGERBOLLER
Nettoinnihald: 4 stk, 320 g
Best fyri: 24.01.2022
EAN-strikukota 7340011474708

COOP HOTDOG BRØD
Nettoinnihald: 6 stk, 375 g
Best fyri: 24.02.2022
EAN-strikukota: 7340011447900

Pågen Vanillas
Best fyri: Allar dagfestingar frá 15.12.2021 til og við 17.01.2022
EAN-strikukota 7311070006230

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald