Innanlands

Afturkalla fullkornspitabreyð

Vøran er helst hýggjuskotin og harvið óegnað til matna. Merki er Änglamark Jumbo - best fyri 09.02.2022 - og vøran skal beinast burtur ella berast aftur

2021-12-25 13:10 Author image
Agnar Prestá

ISRASCAN/ GymPoint Export import afturkallar Fuldkornspitabreyð, tí vandi er fyri, at vøran er hýggjuskotin. 

Hesum boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá á heimasíðu sínari.

Vøran er millum annað seld í Føroyum, og talan er um Änglamark Jumbo Fulgkornspita, ið er best fyri 09.02.2022, við strikukotuni 7340191103238.

At vøran er hýggjuskotin, ger hana óegnaða til matna, skrivar hfs.fo, ið heitir á tey, sum hava keypt, um at lata vøruna aftur har hon er keypt ella beina vøruna burtur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald