Innanlands

Afturkalla grønt te

Vøran hevur ov høgt innihald av týningarevninum Chlorpyrifos, og tí kann vandi fyri heilsuni ikki útilokast, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

(Mynd: Visualhunt)

(Mynd: Visualhunt)

2021-11-06 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

The Whole Company Food A/S afturkallar nú eitt slag av vistfrøðiligum grønum te.

Orsøkin er, at ov høgt innihald av týningarevninum Chlorpyrifos er ávíst í vøruni.

Ein vandameting sum er gjørd av DTU Fødevareinstituttinum fyri Fødevarestyrelsen í Danmark, er komin til tað niðurstøðu, at innihaldið av chlorpyrifos ikki kann útiloka vanda fyri heilsuni, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Vøran er eisini seld í Føroyum, og heitt verður á fólk um at lata vøruna innaftur, har hon er keypt, ella at beina hana burtur.

Talan er um hesa vøru:

Rema 1000 Økologisk Grøn te m/Kvæde
Nettovekt: 100 g
Pakkidato: 09.03.2021
Best fyri: 09.03.2023
EAN-strikukota nr.: 5705830009012

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder