Innanlands

Afturkalla hýggjskotna piparsós

Hevur tú keypt Eriks pebersauce er vandi fyri, at undirsíðan av lokinum er hýggjskotin, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan

(Mynd: Heilsufrøðiliga starvsstovan)

(Mynd: Heilsufrøðiliga starvsstovan)

2023-08-09 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyritøkan Deli Drengene ApS afturkallar eitt slag av piparsós.

Orsøkin er, at undirsíðan á lokinum kann verða hýggjskotin, og tí er vøran ikki egnað sum matvøra.

– Um tú hevur vøruna, verður mælt til at beina vøruna aftur ella lata hana innaftur haðani hon er keypt, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Um vøruna:

Eriks pebersauce (pepparsås)
Nettovekt: 230 mL
Best fyri: 22/09-2023
EAN-strikukota 7 350042 720040

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder