Innanlands

Afturkalla Kellog's musli

Vøran kann innihalda allergen – mjólk og nøtir – sum ikki eru merkt á vøruni, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

(Mynd: Coop)

(Mynd: Coop)

2022-08-27 13:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kellog Company Danmark afturkallar eitt partí av Kellog's Classic Cruchy Müsli, tí vøran kann innihalda allergen, sum ikki eru merkt á vøruni. Talan er um nøtir og mjólk.

Framleiðarin hevur staðfest, at vøran av misgávum kann innihalda mjólk og nøtir, og tí kunnu brúkarar, sum eru ovurviðkvæmir yvirfyri hesum fáa eina allergiska reaktión, um tey eta hesa vøruna, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Heitt verður á fólk, sum eiga hesa vøru, um at lata hana inn aftur, har hon er keypt ella at beina hana burtur. Hevur ein fingið sjúkueyðkenni eftir at hava etið vøruna, kann eina seta seg í sambandi við lækna.

Talan er um hesa vøru:

Kellog's Classic Crunchy Müsli
Nettovekt: 450 g
Best fyri: 07/02-2023
EAN-strikukota 5 059319 017310


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder