2025-01-31 08:23

Ulvedal og Ostebørsen afturkalla ostin Morbier, sum er seldur í Føroyum.
Hesum boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá.
E-voli er ávíst í vøruni. Sjúkueyðkennini eru ofta akut magainfektión við leysum lívi, ringari magapínu og spýggju. Vanliga er bert lítil ella ongin febur. Sjúkan varir vanliga 5-10 dagar. Í einstøkum førum kann infektiónin versna til akut nýrasvikt
Heilsufrøðiliga Starvsstovan mærlir borgarum til at lata vøruna aftur haðani hon er keypt ella at beina hana burtur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald