2026-07-08 14:38
Fyritøkan Hanegal A/S afturkallar eina sending av Hanegal Mini Høsnarungapylsum, sum eru seldar í føroyskum handlum.
Pylsurnar páast í pakkum á 160 gram, sum eru best fyri 8. august 2026 (EAN-strikukota 5709760085047)
Orsøkin er, at vandi er fyri, at metalpettir eru í pylsunum.
Metalpetti í pylsunum kunnu vera heilsuskaðiligir, teir kunnu elva til skaða á tenn, í munni, hálsi, og í sodningarleiðini, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Vørurnar eiga at verða lætnar aftur haðani tær eru keyptar ella vera beindar burtur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald