Innanlands

Afturkalla sesamfræ

Møl er funnið í Änglamark Sesamfrø, sum eisini er seld í Føroyum, og tí er vøran ikk egnað til matna

2021-11-21 18:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Midsona Danmark A/S afturkallar nú eitt partí Änglamark Sesamfrø orsakað av, at møl er funnið í vøruni.

Tá møl er ávíst, er vøran ikki egnað til matna, og verður tí heitt á fólk um at lata hana inn aftur, har hon er keypt, ella at beina hana burtur, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Talan er um hesa vøru:

Änglamark Sesamfrø
Nettoinnihald: 400g
Best fyri dato: 06.05.2022
EAN-nummer: 7340011320722

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder