Fyritøkan Midsona Danmark A/S afturkallar nú nøkur partí av spidskommen og turkað estragon. Orsøkin er, at tað er ávíst ov høgt innihald av pyrrolizidinalkaloidir í vøruni.
Illgruni er um, at vørur við ov høgum innihaldi av pyrrolizdinalkaloid kunnu geva skaðar á livrina og elva til krabba, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Vøran er seld í føroyskum handlum, og tí verður mælt til, at fólk, sum liggja inni við hesari vøru lata hana inn aftur har, hon er keypt ella beina hana burtur.
![]()
Talan er um hesar vørur:
Urtekram Spidskommen knust
Nettovekt: 30 g
Best fyri: 05-05-2022, 04-06-2022, 08-07-2022 og 25-08-2022
EAN-strikukota 5765228786383
Urtekram Spidskommen knust
Nettovekt: 50 g
Best fyri: 23.06.2022
EAN-strikukota: 5765228786406
Urtekram spidskommen knust limited edition
Nettovekt 50 g
Best fyri: 18.05.2022
EAN-strikukota: 5765228786406
Urtekram estragon
Nettovekt 7 g
Best fyri: 25.08.2022 og 08.09.2022
EAN-strikukoda: 5765228719183
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald