Innanlands

Afturkalla steinaldarbreyð og sesamfræ

Vandi er fyri, at vørurnar innihalda ov høgt innihald av plantuverjuevninum ethylenoxid, og tí kann heilsuvandi ikki útilokast, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan

2020-11-19 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Lantmannen Cerealia afturkallar nú tvær vørur, sum eru seldar í føroyskum handlum. Talan er um Amo Steinaldarbreyð og Kornkammeret Økologisk sesamfrø.

Orsøkin er, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at vandi er fyri, at ov høgt innihald av plantuverjuevninum ethylenoxid kann vera í vørunum, og sostatt kann heilsuvandi ikki útilokast.

Heitt verður tí á fólk, sum liggja inni við hesum vørum, um at lata tær inn aftur, har tær eru keyptar, ella at beina tær burtur.

Vørurnar, sum verða afturkallaðar, eru hesar:

Amo Steinaldarbreyð
Nettovekt: 500 g
Best fyri: øll dato.

Kornkammeret Økologisk sesamfrø
Nettovekt: 200 g
Best fyri: øll dato.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder