Innanlands

Afturkalla tvey sløg av skivuskornum roastbeef

Óynsktur vøkstur av mjólkasýrubakterium kann vera í vøruni, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan

2021-05-16 17:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skare Food A/S afturkallar nú tvey partíir av kókaðum skivuskornum roastbeef.

Orsøkin er, at tað kann vera óynsktur vøkstur av mjólkasýrubakterium, sum geva ringan lukt og smakk í vøruni. Sambært Heilsufrøðiligu starvsstovuni er staðfest manglandi salting undir framleiðsluni, og harvið frívíkjandi góðska og vandi fyri vøkstri av óynsktum bakteriusløgum.

Vøran er seld í føroyskum handlum, og mælt verður tí til, at fólk lata hana inn aftur, hagani hon er keypt, ella beina hana burtur.

Talan er um hesar vørur:

Gårdlykke roastbeef
Nettovekt: 70 g
Pakkidato: 26.04.2021
Seinasti nýtsludagur: 21.05.2021

Gestus roastbeef
Nettovekt: 70 g
Pakkidato: 26.04.2021
Seinasti nýtsludagur: 21.05.2021

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder