Innanlands

Afturkalla vistfrøðiligt kamillute

Vøran hevur ov høgt innihald av evnum, sum yvir longri tíð kunnu elva til krabbamein, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan

(Mynd: Heilsufrøðiliga starvsstovan)

(Mynd: Heilsufrøðiliga starvsstovan)

2022-11-05 14:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Coop Danmark A/S afturkallar nú vistfrøðiligt kamillute frá Änglamark, sum eisini er selt í føroyskum handlum.

Orsøkin er, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan, at teið hevur ov høgt innihald av sonevndum pyrrolizidin alkaloider.

At eta matvørur við ov høgum innihaldi av hesum í longri tíð, kann verða eitt vandamál í mun til at útvikla krabbamein. Hesar vørur kunnu tí vera skaðiligar fyri fólk, sum eta ella drekka tær ofta.

Í hesum førinum varð mett, at innihaldið av hesum evnum í tenum var so høgt, at danska Fødevarestyrelsen metti, at tað skuldi vrakast. Hevur ein drukkið hetta teið merkir tað ikki, at heilsan er í vanda, av tí at tað er yvir longri tíð, at vøran kann verða vandamikil, skrivar Fødevarestyrelsen.

Vørurnar eiga at verða lætnar aftur, haðani tær eru keyptar ella beindar burtur, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Talan er um hesa vøru:

Änglamark økologisk kamille te
Nettovekt: 25 g
Best fyri: 05.05.2024
EAN-strikukota 7340011346340


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder