Innanlands

Afturkalla vistfrøðiligt quinoa

Ov høgar nøgdir av ethylenoxid er í vøruni

(Mynd: Valsemøllen A/S)

(Mynd: Valsemøllen A/S)

2021-05-05 08:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vistfrøðiligt quinoa frá Valsemøllen verður nú afturkallað, av tí at ov høgar nøgdir av ethylenoxid er í vøruni.

Ethylenoxid er eitt týningarevni, sum kann elva til krabbamein.

Vøran er møguliga seld í Føroyum, og Heilsufrøðiliga starvsstovan heitir tí á fólk um at lata vøruna inn aftur, har hon er keypt, ella at beina hana burtur.

Talan er um hesa vøru:

Valsemøllen QUINOA ØKO 


Stødd: 200 g


Varenr. 11973


Best fyri: 11.08.2021, 26.10.2021, 11.01.2022


EAN-strikukoda: 5701075202287

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder