Innanlands

Afturkalling av Bähncke Karryketchup

Orsøkin til afturkallingina er, at vandi er fyri, at mjólkasýrubakteriur eru í, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.

2026-09-23 16:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt slag av ketchup, sum er selt í føroyskum handlum verður nú afturkallað.

Tað er fyritøkan Orkla Foods Danmark A/S, sum afturkallar Bähncke Karry Ketchup.

Orsøkin til afturkallingina er, at vandi er fyri, at mjólkasýrubakteriur eru í vøruni, sum ger at dunkarnir kunnu bólgna, og tað ger vøruna óegnaða til matna, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Talan er um dunkar, sum eru best fyri 3. mars 2027.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder