Innanlands

Afturkalling av First Price Kornflakes

Vandi er fyri, at metalstykki eru í vøruni, og tí kann hon vera vandamikil fyri tey, sum eta hana, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan

2020-12-14 09:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyritøkan Nakskov Mill Food A/S afturkallar nú kornflakes selt undir merkinum First Price.

Orsøkin er, at vandi er fyri, at metalstykki eru í vøruni, og tí kann hon vera vandamikil fyri tey, sum eta hana.

Vøran er seld í føroyskum handlum, og Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir tí til, at fólk, sum liggja inni við hesari vøru, beina hana burtur ella lata hana inn aftur, har hon er keypt.

Talan er um hesa vøru:

First Price Kornflakes
Nettovekt: 1 kg

Best fyri: 16.11.2021

EAN-strikukota: 7311041073933

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder