2021-09-24 10:25

Atria Danmark A/S afturkallar nú eitt partí av "Den lette frikadellepølse" frá 3Stjernet.
Orsøkin er, at gassgerð er í pakkunum og týðir hetta á óætlaðan vøkstur av mikroorganismum. Óætlað gassgerð í pakningi ger, at vøran verður mett óegnað til matna.
Vøran er seld í føroyskum handlum, og heitir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á fólk um at lata vøruna inn, hagani hon er keypt, ella at beina hana burtur.
Talan er um hesa vøru:
Den lette frikadellepølse
Nettovekt: 110 g
Best fyri: 29/9-2021
EAN-strikukota 57067704, DK260EF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald