Innanlands

Afturkalling av íste við ferskensmakki

Hýggjvøkstur er staðfestur í pørtum av partínum, og tí er tað ikki egnað sum mannaføði, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

2019-09-18 19:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Falengreen A/S afturkallar nú eitt ávíst slag av íste, sum er selt í føroyskum handlum.

Tað skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Orsøkin til, at vøran verður afturkallað er, at hýggjvøkstur er staðfestur í pørtum av partínum, og hetta ger, at vøran ikki er egnað til mannaføði.

Talan er um First Price íste við ferskensmakki, sum fæst í einum samlaðum pakka við 5 X 250 ml, sum er best fyri 20.06.2020.

Ean nummarið á vøruni er 7311041077344.

Mælt verður til, at tey, sum eiga hesa vøruna inni, beina hana burtur ella lata hana inn aftur, har hon er keypt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder