2026-11-07 17:49
Eitt slag av kikertrum, sum er selt í føroyskum handlum verður nú afturkallað, tí skordýr eru funnin í vøruni.
Talan er um pakkar á 500 gram við vistfrøðiligum kikertrum av merkinum Änglamark, sum eru best fyri 10. apríl 2027 (strikkota: 7340191175181)
Kikertrarnir, sum Coop Danmark afturkallar, eru óegnaðir til mannføði, og verður heitt á fólk, sum liggja inni við vøruni, um at beina hana burtur ella lata hana innaftur í handilin, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald