Innanlands

Afturkalling av krússum frá Ikea

Vøran gevur frá sær høgar nøgdir av evninum dibuthyl ftalat, og er hon tí ikki egnað at koma í samband við matvørur, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

2020-01-21 15:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ikea afturkallar nú eitt ávíst slag av krússum, ið verður nevnt Trologvis. Krússið fæst í fleiri litum, og Ikea afturkallar krússini í øllum litum, boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá.

Orsøkin er, at vøran gevur frá sær høgar nøgdir av evninum dibuthyl ftalat (DBP). Vøra, ið gevur frá sær ov nógv DBP er ikki egnað at koma í samband við matvørur.

Vøran er seld í øllum handlum hjá Ikea síðan oktober 2019, og hon er merkt við orðunum "Made in India".

Mælt verður til hjá teimum, sum sita inni við slíkum krússi um at lata tað inn aftur, har tað er keypt ella at beina tað burtur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder