Innanlands

Afturkalling av lakressshot

Innihaldið av pestisitum er yvir markvirðið, og er møguligur heilsuvandi tengdur at vøruni, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

2022-01-28 14:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Spritfabrikken Danmark ApS afturkallar Råstoff Pure Liquorice, av tí at ov høgt innihald av pestisitinum matrine er i lekresspulvurinum, sum er í vøruni. Tað skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Innihaldið av pestisitum er yvir markvirið, og tí er møguligur heilsuvandi tengdur at hesari vøru, sum er seld í rúsunum kring landið.

Mælt verður tí til, at borgarar, ið hava keypt hesa vøru, lata hana innaftur, har hon er keypt, ella beina hana burtur.

Talan er um hesa vøru:

Råstoff Pure Liquorice
Innihald: 70 cl, fløska
EAN-strikukota: 5706844517609
Lotnummar: L21119, L21133, L21162, L21066

Råstoff Pure Liquorice
Innihald: 2 cl, rør
EAN-strikukota: 5706844519078
Lotnummar: L21119, L21133, L21162, L21066

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder