Innanlands

Afturkalling av Pågen Vanillas hveitibollum

Vandi er fyri, at bollarnir kunnu vera hýggjskotnir

(Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan)

(Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan)

2021-06-19 12:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Pågen A/S afturkallar nú Pågen Vanillas, av tí at fleiri borgarar hava gjørt vart við at nakrir bollar eru hyggjskotnir.

Innanhýsiskanningar hava síðani víst, at vandi er fyri, at bollarnir kunnu verða hýggjskotnir, og eru hesir tí óegnaðir sum matvøra, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Vøran er eisini seld í føroyskum handlum, og verður tí mælt til, at borgarar antin lata hana inn aftur, hagani hon er keypt, ella beina hana burtur.

Talan er um hesa vøru:

Pågen Vanillas
Nettoinnihald: 220 g
Best fyri: 29.06.2021 til 07.07.2021
EAN-strikukota 7311070006230

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder