Innanlands

Afturvendandi bilasølustevnan í Trongisvági um vikuskiftið

Fimm bilasølur umframt ymsir handlar og veitarar luttaka á stevnuni

2021-10-14 18:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stór Bilasølustevna í ítróttarhøllini í Trongisvági verður nú um vikuskiftið. Hetta er tann afturvendandi sølustevnan, sum Tvøroyrar nýggjársnevnd skipar fyri á hvørjum ári.

Tað er ókeypis at koma inn á bilsølustevnuna.

Nú um vikuskiftið, sum er 16. og 17. okt, er opið frá klokkan 14 til klokkan 20 báðar dagar.

Eins og undanfarin ár eru fleiri bilasølur við. Fleiri aðrir handlar og fyritøkur koma norðaneftir eins og handlar úr Suðuroy eru við.

Tað verður okkurt hjá børnum at fara til, tí í skúlagarðinum eru hoppiborgir at stuttleikar sær

við. Bilarsølurnar sum eru við, eru Nordcar, Nordbil, Bilasølan, Wenzel og Teslaimport.

Umframt tað luttaka hesir handlar og fyritøkur eisini: JSS, Rent á Bike/outdoors, Kaj Andreasen, DJ-Enni, WestClear, Okulus, Mp-Teknik, Suðuroyar Sparikassi, Aktiv, Dia Jacobsen og Silja Egholm har møguleiki er at flættir og lit í hárið.

Bilasølustevnan hevur opið leygardagin og sunnudagin frá 14 og til klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder