Mentan

Aggrasoppar á G!

G! kunnger í dag sjeynda og seinasta føroyska navnið í sambandi við Spæl Føroyskt vikuna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-03-10 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sjeynda og seinasta navnið, sum G! festivalurin kunnger í sambandi við Spæl Føroyskt vikuna er bólkurin Aggrasoppar.

Eitt hitt stórsta føroyska satsið úti í heimi í løtuni er bólkurin Aggrasoppar. Tey framførdu til loyniliga konsert á G! í 2023, men hon var ikki meira loynilig enn so, at tey fingu í lag sáttmála við bókingarfelag í Fraklandi, Voulez Vous Danser.

Allastaðni har tey koma vekja tey stóran áhuga. Rættiliga merkisvert, tá ið tú hugsar um, at tey rappa og syngja á føroyskum, og hava undarligar tekstir. Men jú, so hugtakandi er teirra framførsla, at hon brýtur málslig mørk. Og tey spæla eisini heilt ólukksáliga væl á pallinum - tað er bergtakandi. Tað er óskikkiligt og gott í senn. Til FMA vórðu tey tilnevnd ársins útgávu, umframt at Eyðfinnur Bogason Lamhauge var tilnevndur at vera ársins tónasmiður, og Dania O. Tausen var eisini tilnevnd til næstan allar hinar FMA'arnar í ár, har hon vann fyri ársins útgávu.

Føroysk nøvn hava avgerðandi týdning fyri, hvussu skráin verður myndað og eru altíð við til at geva okkum ógloymandi løtur, higartil er greitt, at Konsørn, Jógvan, Elinborg, Alias Morera, Hamferð, Dania, Einangran, Knút og Eivør spæla á G! 2024, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Lagt verður afturat, at týsmorgunin klokkan níggju verður enn eitt navn avdúkað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder