Innanlands

Áhaldandi ágangur í egnum heimi: Harkalið setti eld á hús

Ein familja í Sandavági er aftur og aftur undir álopi. Sunnumorgunin kundi endað heilt galið

Torgunn á Løgmansbø (Mynd: Kvf.fo)

Torgunn á Løgmansbø (Mynd: Kvf.fo)

2020-01-17 19:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri eina familju í Sandavági hevur 2020 higartil verið ein sonn marra. Seinastu vikurnar hevur teirra heim verið fyri ógvusligum ágangi, og tíðliga sunnumorgunin kom eldur í úthurðina, og tað kundi gingið heilt galið.

Hesum greiddi Torgunn á Løgmansbø frá í Degi & viku í kvøld. Tað vóru nakrir menn sum høvdu spælt við fýrverk, og høvdu skotið móti húsunum hendan morgunin.

Torgunn vaknar av einum buldri, og tá hon kemur upp, stendur úthurðin í ljósum loga.

- Eg rópi og skríggi á øll í húsinum at tað er eldur í. Børnini gráta og eru ørkymlað. Maðurin er kvikur og kemur upp, og letur úthurðina upp og tekur ein urtapott sum eldur er komin í.

- Maðurin fekk fatur á eina gerningsmanninum í túninum og lógu og bardust har í ein hálvan tíma.

Ringt varð til løgregluna, men tað tók ein hálvan tíma áðrenn hon kom til Sandavágs, og kundi koma teimum til hjálpar.

Fýra mans eru skuldsettir fyri at seta eld á. Teir vóru mánadagin avhoyrdir hjá løgregluni.

Torgunn á Løgmansbø sigur at talan er um eitt harkalið og hon hevur fingið upplyst at talan er um eini 13 mans.

Síggj Dag & viku her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder