Innanlands

Áheitan um at friða Sandá og Sandagerð

Nýggja náttúruverndarlógin heimilar smærri friðingum – “Varðveiti fríøkið við Sandá” heitir á landsstýriskvinnuna um at umrødda fríøkið verður tann fyrsta friðingin eftir nýggju lógini

2024-01-25 08:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Áhugafelagið “Varðveitið fríøkið við Sandá” handaði týsdagin Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu við umhvørvismálum ta fyrstu áheitanina at friða øki eftir nýggju náttúruverndarlógini.

Umboð fyri áhugabólkin, Jóhann Mortensen, ynskti landsstýriskvinnuni og Føroya fólki eydnu við nýggju náttúruverndarlógini.

- Vónandi verður lógin føroysku náttúruni, margfeldinum og Føroya fólki at frama, segði Jóhann millum annað.

Nýggja náttúruverndarlógin heimilar smærri friðingum í verndarøki, landslagsverndarøki og náttúrufriðøki.

Eftir greinini um landslagsverndarøki kunnu øki friðast, sum hava hava vistfrøðiligt, mentanarligt og upplivingarligt virði ella eru samleikaskapandi.

Áhugabólkurin “Varðveitið fríøkið við Sandá” er sannførdur um, at økið við Sandá og Sandagerði hava nevndu virði og eru samleikaskapandi.

2.000 fólk tóku undir við áheitanini hjá áhugabólkinum um at varðveita fríøkið við Sandá, og sera nógv fólk hava tikið lut í orðaskiftinum um at lata náttúruna við Sandá fáa frið.

- Tí má sigast, at tað er eitt fólkaynski at varðveita fríøkið við Sandá, slerdi Jóhann Mortensen fast.

Tey 12, sum hava skrivað undir, tóku stig til áhugabólkin og hava samskipað arbeiðið at varðveita henda yndisblettin í høvuðsstaðnum.

Tey 12 eru Urd Johannesen, Heri á Rógvi, Turið Jacobsen, Egin Midjord, John P. Danielsen, Súsanna Sørensen, Jenny Old, Fríða Jórunardóttir, Maria Chun Nielsdóttir, Elin Olsen, Karin Kjølbro og Jóhann Motensen. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder