Bjóðað verður til stovnandi aðalfund hjá felagi fyri lærarar í føroyskum í kvøld. Fundurin verður á Miðnámi á Kambsdali klokkan 19.
Áhugafelagi fyri lærarar í móðurmálinum er ætlað til lærarar í føroyskum á øllum stigum - úr barnagarði til fróðskaparsetur.
Stigtakararnir siga, at felagið skal gagna frálæruni í føroyskum á øllum stigum úr barnagarði til fróðskaparsetur. Hugsanin er, at felagið skal elva til samstarv millum lærarar í føroyskum, skal skipa fyri fakligum og námsfrøðiligum kjaki og tiltøkum og harumframt at hava samstarv við móðurmálslærarafeløg í hinum Norðurlondunum.
Á skránni verður millum annað val av viðtøkum fyri felagið og val av nevnd. Katrin Næs, Henrietta A. Jacobsen, Jastrid á Dalbø og Óluva Klettskarð eru stigtakarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald