Innanlands

Áhugaverdar bachelorritgerðir um orku

Í farnu viku løgdu lesandi í orku á Setrinum fram úrslit úr sínum bachelorritgerðum – Nú hava tey fingið prógv sum bachelorar

(Mynd: Setur.fo)

(Mynd: Setur.fo)

2021-06-26 14:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein flokkur, sum hevur lisið orku á Setrinum, legði fyrr í vikuni fram áhugaverd úrslit úr sínum bachelorritgerðum. Tey lesandi hava nú fingið prógv sum bachelorar í orkuverkfrøði ella orkuvísinum.

Á framløguni hjá bachelorunum vórðu mong viðkomandi evni viðgjørd, og fleiri áhugaverdar niðurstøður eru sprotnar úr kanningunum, sum tey lesandi gjørdu í sambandi við ritgerðirnar, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuna.

Sum dømi kunnu nevnast:

  • Kanning av galdandi byggireglugerð vísti, at hon er vorðin efturbátur í orkuhøpi, um vit samanbera við grannalondini, og eisini, tá samanborið verður við hús, sum longu eru bygd her heima. Reglugerðin kann eisini við síni avmarking í byggihædd blíva ein forðing fyri nøktandi bjálving.
  • Kanningar av sokallaðu FOS/TAC-virðunum í nýggja biogassverkinum vísa, at hetta er eitt gott stýriamboð, og um tilgongdin verður stýrd rætt, so kann biogassverkið framleiða ravmagn, ið svarar til tvey prosent av verandi el-framleiðslu í Føroyum.
  • Kanningar av verandi jarðhitaskipanum og jarðborðingum í Føroyum vístu, at jarðhitaskipanirnar roynast væl, og at munurin millum góða og ringa staðseting hevur lítla ávirkan á effektivitetin. Nógv størri ávirkan hevur orkueffektiviteturin á sjálvum bygningunum. Tað vísti seg somuleiðis, at djúpdin á boriholum kann verða grynri, enn rátt verður til.
  • Kanningar av nýtsludátum frá oljufýringstænastu vísa, at hesar dátur kunnu brúkast til støddarmeting av tilsvarandi loysnum við hitapumpum. Kanningarnar vísa eisini, at hitapumpuloysnirnar spara seg inn aftur innan fyri avskrivingartíðarskeiðið.
  • Kanningar vórðu eisini gjørdar av hydrogeni sum orkugoymslu. Hetta hevur serligan týdning í okkara framtíðar elskipan, har vindorka verður høvuðsorkukelda. Kanningarnar vístu á passandi stødd av framleiðslu og goymslukapasiteti.
  • Kanningar av dátum frá fjarhitaskipanini í Havn vístu, at framleiðslan er samanbærilig við aðrar slíkar skipanir, tá orkustøðan í Føroyum verður tikin til eftirtektar. Kanningarnar vístu eisini, at størsta sparingin ikki fekst við at broyta hitan á vatninum, ið verður sent út, men heldur at fáa brúkarar til ikki at senda alt ov heitt vatn aftur til skipanina.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder