Innanlands

Áhugin fyri borðspølum birtist fyrst í 2000

(Ljóðsamrøða) Nýtt Bezzerwizzer spæl við 2.940 nýggjum spurningum og umhvørvisvinarligt. Áhugin fyri slíkum spølum kom langt afturi í 2000, sigur Ólavur Larsen

Ólavur Larsen her á skrivstovuni hjá Hugnaløtum í Fuglafirði (Mynd: Petur Zachariassen)

Ólavur Larsen her á skrivstovuni hjá Hugnaløtum í Fuglafirði (Mynd: Petur Zachariassen)

2024-12-13 14:09 Author image
Redaktiónin
placeholder

Áhugin fyri at gera føroysk spøl byrjaði langt afturi í 2000 tá vit spældu nógv ymisk borðspøl, sigur Ólavur Larsen frá Hugnaløtum.

Í ár er enn eitt Bezzerwizzer spæl komið út við 2.940 nýggjum spurningum og so var eisini krav um at fáa spælið sjálvt meira umhvørvisvinarligt men tað er ikki bert Bezzerwizzer, sum Hugnaløtur hava latið úr hondum í ár, men eisini Brainstorm spøl, sum eru ætlaði børnum í aldrinum 3-14 ár. Har eru trý ymisk spøl.

Tá hendan høgtíðin er farin og vit koma inn í nýggja árið, so fáa vit at síggja hvat vit fara í holt við sigur Ólavur Larsen, sum saman við beiggja sínum Birgari og systkinabarninum Teitur Joensen, hava gjørt spurningarnar til Bezzerwizzer.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder