Mentan

Aimee: Nýtt staklag frá Lenu Anderssen

Lagið, sum upprunaliga varð skrivað í 2004, snýr seg um ein gentu, ið bíðar eftir, at heimurin skal gerast tryggur, so at hon aftur kann spreiða sínar veingir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-11-06 13:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag gevur Lena Anderssen út nýggja staklagið "Aimee".

Hetta er næsta staklag av komandi útgávu hennara, State of the Land.

Talan er um eitt lag, ið stavar frá somu innspælingum, sum vórðu gjørdar í mars 2018 við legendariska enska The Beatles ljóð teknikkaranum Geoff Emerick aftan fyri knøttarnar. Emerick andaðist í oktober sama ár, og útgávan er tískil gjørd endaliga liðug í Føroyum og er ljóðblandað í USA av Grammy-tilnevnda ljóðblandarnum Marc Daniel Nelson.

Aimee, ið er skrivað saman við Niclas Johannesen og Óla Poulsen, hevur verið leingi ávegis. Lagið varð skrivað í sambandi við útgávuna Can’t Erase It, sum kom út í 2004.

Lagið snýr seg um ein gentu, ið bíðar eftir, at heimurin skal gerast tryggur, so at hon  aftur kann spreiða sínar veingir. Sjónbandalagið til "Aimee" sæst omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder