Grønlendska flogfelagið Air Greenland hevur kunngjørt ein roknskap fyri fyrra hálvár, sum vísir eitt hall á 30 milliónir krónur.
Korona-kreppan hevur rakt felagið hart við avmarkingum, avlýstum flogferum og krøvum um afturgjald fyri ætlaðar ferðir.
Eitt hall á 30,5 milliónir krónur er kortini ’bara’ góðar tríggjar milliónir meira enn undirskotið var sama tíðarskeið í fjør, skrivar grønlendska kringvarpið KNR.
Undir koronakreppuni er talið á innanríkisflogferðum minkað við 22 prosentum og talið á ferðum millum Grønland og Danmark við 34 prosentum.
Felagið mátti eisini siga 60 fólkum úr starvi í vár.
Grønlendska heimastýrið eigur allan partapeningin í Air Greenland. Flogfelagið hevur ikki fingið lut í hjálparpakkunum, sum grønlendska landsstýrið hevur sett í verk í samband við koronakreppuna, skrivar knr.gl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald