Uttanlands

Airbus steðgar framleiðsluni av heimsins størsta ferðamannaflogfari

Nú er liðugt við Airbus A380

Ein Airbus A380 hjá Emirates (Mynd: EPA)

Ein Airbus A380 hjá Emirates (Mynd: EPA)

2019-02-14 10:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Airbus steðgar nú framleiðsluni av A380. Avgerðin er tikin nú Emirates hevur avgjørt at minka um sínar bíleggingar av heimsins størsta ferðamannaflogfari.

Avgjørt er at steðga við framleiðsluni í 2021.

Airbus skrivar í tíðindaskrivi, at eftir at stóra arabiska flogfelagið Emirates, sum hoyrir heima í Arabisku Emiratunum, valdi at minka um sínar bíleggingar, er einki grundarlag longur fyri at halda fram við framleiðsluni.

Ætlanin var annars, at A380 skuldi kappast við siðvanda jumbojettina hjá Boing, 747. Men A380 er sera dýrt, og orsaka av ovurstóru støddini av flogfarinum hevur verið neyðugt hjá fleiri flogvallum at økja um longdina á flogbreytum og terminalum. Eitt nú tók flogvøllurin í Keypmannahavn hetta stig, so at A380 kundi seta seg har.

A380 fleyg fyri fyrstu ferð í 2008. Tey kunnu taka meiri enn 500 ferðafólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder