Uttanlands

Ákæra ukreinska herin fyri at skjóta eftir uppreistrardeildum

- Talan kann vera um følsk tíðindi sum umbering fyri at leypa á, ávara Nato og USA

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-02-17 08:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Uppreistrarfólk í eystara parti av Ukreina, sum verða stuðlað úr Russlandi, ákæra nú ukreinska herin fyri at hava skotið eftir teimum við granatum og maskinbyrsum, skrivar russiski miðilin Ria sambært Reuters.

Men Ukreina vísir hesum russisku uppáhaldunum aftur.

Einki verður upplýst um nakar skal vera dripin ella komin til skaða.

Russland hevur seinastu vikuna sent yvir 100.000 herfólk til markið til Ukreina, og hetta hevur fingið vesturheimin til at óttast fyri eina innrás í landið.

Russiska stjórnin hevur aftur og aftur noktað fyri, at ætlanir eru um at leypa á grannalandið, og fyrr í vikuni boðaði russiska verjumálaráðið frá, at nakrar av styrkjunum vórðu sendar aftur til sínar herstøðir.

Hetta varð í gjár afturvíst av Nato-hernaðarsamgonguni og USA, sum bæði vístu á, at Russland hinvegin hevur økt um talið av herfólkum fram við markið.

USA og onnur vestanlond hava lovað at svara russum aftur við strongum tiltøkum, um Russland leypur á Ukreina.

Sambært AFP tíðindastovuni ávaraði amerikanska uttanríkisráðið í gjár um, at Russland “nær tað skal vera” kann finna upp á at framleiða falskar søgur sum umbering fyri at leypa á Ukreina.

USA hevur eisini fyrr skuldsett russland fyri at skipa fyri sonevndum “false flag”-átøkum. Hetta verður brúkt um tiltøk, hvørs endamál er at fjala yvir tað, sum veruliga hendir, og sum síðan kann brúkast sum umbering fyri at leypa á.

Hetta er ikki fyrsta ferðin, at boðað er frá skottilburðum frá báðum síðum í Donbass-økinum í eystara partin av Ukreina. Talan er um landslutirnar Donetsk og Lugansk, sum í veruleikanum hava verið undir ræði av russisk-stuðlaðum styrkjum síðan 2014.

Týsdagin samtykti ein stórur meiriluti í russiska tjóðartinginum at biðja Vladimir Putin, forseta, um at lýsa hesar landslutir sum óheftar, skrivar Reuters.

Í dag verður fundur í ST-trygdarráðnum um ósemjuna millum Russland og Ukreina. Væntandi verður tað sonevnda Minsk-avtalan, sum í 2015 varð gjørd millum Russland, Ukreina, Frakland og Týskland, sum kemur til viðgerðar.

Málið við hesi avtaluni var at støðga stríðnum í uppreistrarsinnaðu landspørtunum kring Donetsk og Lugansk, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder