Komandi mikudag fer Filmsfelagið at vísa nýggjasta filmin hjá Roman Polanski, ”J’accuse”. Carl Jóhan Jensen, rithøvundur, fer at innleiða.
Eftir ákærur um at hava njósnast fyri Týskland, missir hin ungi og evnaríki franski heryvirmaðurin Alfred Dreyfus alla tign, tá hann hin 5. januar í 1895 verður dømdur at sita fangi á Djevlaoynni restina av lívinum.
Ein av teimum, sum vitnar og ger eyðmýkingina fulkomna í rættinum, er Georges Picquart, sum sjálvur hækkar í tign og fær starvið at leiða hernaðarligu njósnaradeildina, sum feldi Dreyfus.
Men tá Picquart kemur eftir, at franskir loynidómar enn leka um týska markið, verður hann vovin inn í so nógv svik, at spælið verður vandamikið.
"J’accuse", sum verður sýndur við donskum undirteksti og heitinum "Officer og spion", er nýggjasti filmur hjá 87 ára gamla Roman Polanski, ið sjálvur hevur verið fyri álvarsligum ákærum síðan 1977.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald