Átta persónar eru ákærdir fyri óviljað manndráp á argentinsku fótbóltshetjuna Diego Maradona.
Maradona doyði av einum hjartatilburði í november 2020. Áðrenn hetta var hann heima fyri at koma seg eftir størri skurðviðgerð eftir at hava havt blóðtøpp í heilanum.
Tey ákærdu góvu ikki Maradona ta lívneyðuga hjálp, sum honum tørvaði, framgongur í ákæruritinum.
Sambært Ritzau kunnu teir átta fáa millum átta og 25 ára fongsul, verða teir funnir sekir.
Millum tey ákærdu eru fyrrverandi persónligi læknin hjá Maradona, Leopoldo Luque, fyrrverandi psykiatari hjá Maradona, Augustina Cosachov, og fleiri sjúkrarøktarfrøðingar.
Málið byrjaði longu á vári í fjør, eftir at ein frágreiðing staðfesti, at tey, sum vóru um Maradona, ikki høvdu ansað nóg væl eftir honum.
Tað er ikki greitt, nær rættarmálið byrjar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald