Innanlands

Ákærdur fyri drápsroynd: Rakti politist við 25 høglum

Fimm dagar eru settir av í rættarmálinum móti einum manni í 30unum, sum í Miðvági í desember 2019 skeyt eftir løgregluni

Tað var í býlinginum í Húsi í Miðvági, at hendingin fór fram. Løgreglan avbyrgdi part av býlinginum (Mynd: Sverri Egholm, 10. desember 2019)

Tað var í býlinginum í Húsi í Miðvági, at hendingin fór fram. Løgreglan avbyrgdi part av býlinginum (Mynd: Sverri Egholm, 10. desember 2019)

2021-05-17 15:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgun byrjaði rættarmálið móti einum manni í 30’unum, sum í Miðvági tann 9. desember í 2019 skeyt eftir løgregluni.

Fimm dagar eru settir av til málið, og ákæruritið er lagt fram fyrrapartin.

Maðurin er ákærdur fyri drápsroynd. Hann hevur havt tvær høglbyrsur í varðveitslu uttan neyðug loyvi, skotið eftir løgregluni og rakt ein politist við 25 høglum, og eisini eru ákærur um harðskap móti tænastumonnum, sum eru sera grovar.

Tað visti útvarpið á middegi.

Løgreglan fekk fráboðan um hálvgun sjey tíðina hetta kvøldið. Maðurin var ávirkaður av rúsdrekka og av rúsevnum.

Tann ákærdi skal hava hótt við at taka seg av døgum, og fráboðanin var komin frá kommunulæknanum í Miðvági. Roynt varð at sissa mannin, men støðan bleiv spent, og løgreglan var talsterk á staðnum. Sum kunnugt endaði tað við skottilburðum millum mannin og løgregluna. Ákærdi maðurin skeyt fyrst og rakti ein politist, og síðani skeyt løgreglan trý skot móti manninum, og rakti hann í tveimum førum.

Í útvarpinum á middegi varð greitt frá, at politisturin sum varð raktur, verður avhoyrdur í dag, og nú seinnapartin skuldi ákærdi maðurin eisini avhoyrast í rættinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder