Uttanlands

Ákærdur fyri kynsligan ágang: Spanskur operasangari biður um umbering

Talan er um minst 20 kvinnur, sum hava ákært Plácido Domingo fyri kynsligan ágang

Plácido Domingo (Mynd: EPA)

Plácido Domingo (Mynd: EPA)

2020-02-25 20:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Spanski operasangarin Plácido Domingo hevur í dag biðið um umbering, eftir at hann í fleiri førum er vorðin ákærdur fyri at hava framt kynsligan ágang.

Talan er um í minsta lagi 20 kvinnur, sum ákæra hann. Summar av hendingunum skulu eitast at hava gingið fyri seg heilt afturi í 80unum.

– Tær skulu vita, at eg eri sera harmur um tað, eg havi gjørt. Eg taki fulla ábyrgd fyri mínar gerðir, sigur Plácido Domingo við sponsku tíðindastovuna Europa Press, sambært AFP.

Operasangarin, sum í fleiri ár framførdi saman við Luciano Pavarotti og Jose Carreras undir navninum "Teir tríggir tenorarnir", hevur fyrr víst aftur, at hann hevur framt nakran kynsligan ágang.

Fyrstu ákærurnar komu í august, og tveir mánaðir seinni fór hann frá sum stjóri í Los Angeles Opera. Síðani tók hann seg úr øllum framtíðar framførslum í New York, og sostatt endaði yrkisleið hansara í USA.

Plácido Domingo sigur, sambært Ritzau, at hann seinastu mánaðirnir hevur hugsað um ákærurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder