Talan er um kenda løgfrøðingin og ákæran Jack Smith, sum í fleiri ár hevur arbeitt fyri brotsmannadómstólin í Hague. Hansara uppgáva verður – við grundarlagi í m.a. tí nógva kanningartilfarinum, sum løgmálaráðið hevur fingið til vega um ávikavist handfaringina av loyniligum skjølum, sum fyrrverandi forsetin Donald Trump tók við sær úr Hvítu Húsunum eins og luttøkuna hjá Trump í álopinum á Kongressina í fjør – at gera av, um Trump eigur at verða ákærdur fyri hesi brotsverk.
Jack Smith, ákæri
Tað er sjálvur løgmálaráðharrin Merrick Garland, sum hevur givið tí kenda løgfrøðinginum uppgávuna. Hann verður nevndur “a special counsel”. Hetta ger hann til tess at sleppa undan at verða ákærdur fyri at brúka málið politiskt. Garland varð valdur av Joe Biden forseta, tá hann tók við.
Smith verður mettur sum ein triði partur í málinum og fer hann nú at halda fram við kanningunum, sum løgmálaráðið longu hevur gjørt og út frá hesum at meta, um grundarlag er fyri at reisa sakarmál móti fyrrverandi forsetanum fyri at hava framt fleiri brotsverk.
Ein slíkur triði partur kom eisini uppí málið, um Russland hevði lagt seg uppí amerikanska valstríðið til frama fyri Donald Trump. Tá varð Robert Mueller valdur at kanna málið. Ein líknandi kanning varð gjørd av Hillary Clinton, tá hon stillaði upp. Henda snúði seg um hennara brúk av einum privatum email servara.
Merrick Garland, løgmálaráðharri í USA, letur nú uppgávuna at kanna Donald Trump til sjálvstøðugan og uttanveltaðan ákæra
Ein møguligur trupulleiki í júst hesum málinum við Donald Trump er, at hann hevur gjørt av at stilla upp til komandi forsetavalið, møguliga ímóti Joe Biden, sum hevur sett løgmálaráðharran í starv. Garland hevur áður sagt, at eingin persónur er yvir lógini, tvs. heldur ikki fyrrverandi forsetar.
Merrick Garland sigur um avgerðina at útnevna ein sjálvstøðugan og uttanveltaðan ákæra at taka sær av møguligu ákærunum móti fyrrverandi forsetanum, at hetta er neyðugt, nú Donald Trump hevur avgjørt at stilla upp eins og Biden hevur nevnt møguleikan, at hann fer eisini at stilla upp.
Donald Trump kallar avgerðina at seta ein serstakan kanningarpersón politiska og sigur, at Jack Smith er ein super radikalur vinstrahallur ákæri.
Eygleiðarar vísa á, at orsøkin til, at Trump ger av at stilla upp til eitt forsetaval, sum liggur tvey ár fyri framman, er nettupp mongu kanningarnar av honum og vónar hann, at henda avgerð hansara kann forða fyri einum sakarmáli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald